Ongi úrslit

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, ið hevur fingið navnið Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Tað upplýsir Samferðslumálaráðið.Arbeiðseftirlitið var áður deild á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og

Dimma
Í gjár kl. 12:04

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, ið hevur fingið navnið Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Tað upplýsir Samferðslumálaráðið.

Arbeiðseftirlitið var áður deild á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild á Vørn.

Stovnurin, sum kemur at liggja undir Samferðslumálaráðnum, situr fyri fjølbroyttum virkisøkjum, ið hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið so sum arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, handfaring av spreingievnum og kavaravinnu.

“Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið verða sjóðað saman í ein og sama stovn. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, og eyðsýndir fyrimunir eru við samanleggingini. Skipanin av stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd“, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Samanleggingin varð sett í verk 4. mai, og stovnurin heldur til í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið á Eirargarði 2.

Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Leivur er 34 ár, útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast sum leiðari á Arbeiðseftirlitinum síðan 2013.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41