Í oktobur í ár var arbeiðsloysið kring landið 0,9 prosent í miðal. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Og tað er akkurát tað sama sum fyri einum ári síðani, og í roynd og veru hevur arbeiðsloysið ligið um eitt prosent hesi seinstu fimm árini - og tað eru 10 ár síðani, at tað var yvir tvey prosent.
Tað vóru 335 fólk, sum vóru arbeiðsleysir í oktober. Tað eru níggju fleiri enn fyri einum ári síðani.
Her verður arbeiðsleys umroknað til fulla tíð. Eru tvey fólk persónar, arbeiðsleys í ein hálvan mánað hvør, eru tey eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.
Tí er talið á teimum, sum eru arbeiðsleys altíð eitt sundur hægri enn talið á fulltíðararbeiðsleysum, sum hagtølini fevna um. Í oktobur í ár vóru tað sostatt 289 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru átta fleiri enn í oktober í fjør.
Fyri nøkrum árum síðani var arbeiðsloysið, sum heild, hægri hjá kvinnum enn tað var hjá monnum, hóast tað eru einar 2.000 færri kvinnur í landinum enn tað eru menn.
Men hesa seinastu tíðina hevur arbeiðsloysið hjá kvinnu verið minni hjá monnum, og tað er tað framvegis.
Í oktober vóru 119 kvinnur arbeiðsleysar. Tað eru sjey færri enn í sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svarar tað til 97 kvinnur, ið vóru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Tað er eitt arbeiðsloysi upp á 0,7 prosent og tað er 0,1 prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani.
Hinvegin vóru 216 menn arbeiðsleysir í oktobur og tað eru 16 menn fleiri enn í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru tað 193 menn, sum er 1,2 prosent og tað 0,1 prosentstig hægri enn í fjør.