Ongi úrslit

Arbeiðsloysið í Føroyum: Bert 0,9 prosent í august

Arbeiðsloysið í Føroyum minkaði aftur í august. 336 fólk vóru rakt av arbeiðsloysi, 38 færri enn sama mánað í fjør.

© Hagstova Føroya.
Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru 276 arbeiðsleys. Tað eru 34 færri enn í sama mánað í fjør.
Edmund Jacobsen
25. sepember kl. 18:00

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í august, sum er 0,1 prosentstig lægri enn í august í fjør. Sambært Hagstovu Føroya vóru 336 fólk rakt av arbeiðsloysi.

Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru 276 arbeiðsleys. Tað eru 34 færri enn í sama mánað í fjør. 

Munurin millum kynini er týðiligur. Arbeiðsloysið hjá monnum var 1,1 prosent, meðan tað hjá kvinnum var 0,7 prosent. 211 menn og 125 kvinnur vóru rakt av arbeiðsloysi. 

Suðuroyggin hevur størsta arbeiðsloysið

Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroy við 1,9 prosentum. Minst var arbeiðsloysið í Norðoyggjum og Sandoynni, har tað var 0,6 prosent.

39 fólk høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til góð 12 prosent av teimum arbeiðsleysu. 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30