Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum arbeiðsóhappi í Hósvík har ein maður hevði fingið hondina undir eina elektriska sag.
Løgreglan sigur, at maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, hann hevði fingið stóran skaða í hondina, men hevði ikki mist hana og hevði heldur ikki mist fingrar.
Løgreglan og Arbeiðseftirlitið vóru á arbeiðsplássinum og kannaðu umstøðurnar og har var alt eftir forskriftunum, eisini sagin. Tí verður hetta mett at vera eitt óhapp av tí slagnum, sum kunnu henda.