Í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp í Fuglafjørði. Løgreglan sigur, at óhappið hendi á keiini, har tey arbeiddu. Men av ókendum orsøkum kom ein trukkur so nær keikantinum, at hann koppaði út av og fór á sjógv.
Løgreglan sigur, at tað eydnaðist trukkføraranum at loypa úr trukkinum áðrenn hann fór niður fyri, so hann slapp snikkaleysur frá óhappinum.
Løgreglan sigur, at óhappið verður kannað, men at tað var eitt stórt arbeiði at fáa hann upp aftur.