Ongi úrslit

Arbeiðsumhvørvi í Føroyum: Nýtt ráð skal vísa vegin

Nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið skal hjálpa landsstýriskvinnuni at styrkja trygdina á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

© Almanna- og bústaðamálaráðið.
Myndin frá vinstru: Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið, sum fær ein týðandi leiklut í arbeiðinum at minka um arbeiðsvanlukkur í Føroyum.

Nullhugsjón skal fremjast

Landsstýriskvinnan vil raðfesta arbeiðsumhvørvið hægri. Málið er at arbeiða fram ímóti einari nullhugsjón fyri arbeiðsvanlukkur.

Arbeiðsumhvørvisráðið skal vera við til at gera tilmæli og uppskot um, hvussu arbeiðið kann skipast, so málið verður rokkið.

Nýggj forkvinna og nýggir limir

Forkvinna í ráðnum er Evelyn Gaard. Hon er tilnevnd av landsstýriskvinnuni eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum.

Hinir limirnir eru Marius Thomassen og Irdi Neshamar, sum umboða arbeiðsgevarafeløgini, Heri Vík og Suni Simonsen, sum umboða arbeiðstakarafeløgini, Bina Reginsdóttir, sum umboðar landið og Kommunufelagið, og Annika Helgadóttir Davidsen, sum umboðar starvsfólkini hjá landinum og kommununum.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja ráðnum blíðan byr og takkar fráfarna ráðnum fyri íkastið og arbeiðssemið seinastu árini.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14