Ongi úrslit

Argentina er aftur í HM-finaluni

Ragnar Sjurðarson
3 tímar síðan

Bert átta minuttir skuldu til, áðrenn argentinar vendu HM-hálvfinaluni á høvdið.

Argentina er klárt til HM-finaluna fyri aðru ferð á rað og hevur nú møguleikan at verja heimsmeistaraheitið, tá liðið sunnudagin møtir Spania í finaluni eftir eina heilt ótrúliga hálvfinalu.

Fyrri hálvleikur var merktur av nógvum hørðum nærdystum og fríspørkum, meðan góðskan í spælinum var avmarkað. Eftir steðgin kom tó ferð á. Eftir 53 minuttir var tað Anthony Gordon, sum tók av og skoraði til 1–0 til Ongland.

Málið setti ferð á dystin, og Argentina legði eitt tungt trýst á. Tá eitt gott korter var eftir, stútaði Alexis Mac Allister á stongina. Fimm minuttir fyri leiklok kom útjavnandi málið hjá argentinarum, tá Enzo Fernández við einum framúr langskoti javnaði og tendraði vónina av nýggjum.

Argentina helt fram at trýsta, og í yvirtíðini var Lautaro Martínez á rætta staðnum við handaru stong, tá Lionel Messi við einum neyvum innleggi fann áleyparan, sum tryggjaði Argentina sigurin og eitt minniligt comeback.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56