KÍ hevur í kvøld vunnið seg í annað umfar í Champions League. Tað ber við sær, at KÍ um eina viku eigur heimavøll ímóti Kauno Zalgiris úr Litava, og tað ber við sær, at KÍ á ólavsøku fer at spæla í Litava.
Sigurin í kvøld ber eisini við sær, at KÍ er tryggjað fleiri dystir í europeiskum fótbólti í summar. Málið hjá KÍ er at vinna seg í europeiskt bólkaspæl. Um tað eydnast at vinna samantalt ímóti Kauno Zalgiris, so verður tað greitt, at klaksvíkingar enn einaferð fara at luttaka í bólkaspæli. So verður spurningurin hvørjum bólkaspæli tað verður – Champions League, Europa League ella Conference League, sum KÍ var við í fyri trimum árum síðani.
Í kvøld vann KÍ 2-1 í Luksemborg ímóti Atert Bissen. Úrslitið var tað sama, sum tað var í Klaksvík fyri einari viku síðani. Samantaldi KÍ sigurin er harvið 4-2. At tað eydnaðist KÍ at vinna báðar dystirnar hevur týdning fyri føroyskan fótbólt og hvussu nógv føroysk feløg næstu árini fara at luttaka í europeisku kappingunum.
Í annaðkvøld fer NSÍ at spæla suðuri í Malta ímóti Hamrun Spartans. Tað endaði 1-1 í Klaksvík, og fyrsta bríksl í annaðkvøld verður klokkan 18.30.
Víkingur eigur í annaðkvøld heimavøll í Klaksvík. Mótstøðuliðið er íslendska Stjarnan, sum á heimavølli í síðstu viku vann 3-1, eftir at Víkingur var frammanfyri 1-0.
Í kvøld var av álvara talan um arbeiðssigur í hitanum suðuri á europeiska meginlandinum. Jákup B. Andreasen var ikki førur fyri at spæla, og undan gingu stuðulsspælararnir Odmar Færø, sum fram ímóti dystarenda noyddist skaddur av vøllinum, Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð, men tað er kanska skeivt at taka nakrar framum nakran annan, tí allir ofraðu seg fult og heilt. Mark F. Jensen var tryggur í málinum, Gilli Rólantsson Sørensen og Gaston Nicolas Tellechea vóru raskir í miðverjuni saman við Odmar Færø, Jean Carlos De Brito var ágangandi og skjótur vongverji í vinstru, Hallur Hansson átti alla tíðina stóran leiklut á miðvøllinum, hóast hann tíðliga sá gult, og Oussama Ali arbeiddi væl í framrættaðum plássi.
Lunnarnir vórðu lagdir beinanvegin, tá ið Árni Frederiksberg úr 40 metrum í høgru óvæntað sendi bóltin omanfyri málverjan og í netið. Málverjin tóktist at rokna við, at talan fór at vera um innlegg, men sum ikki einaferð, so var Árni Frederiksberg snildari enn mótstøðumenninir í europeiskum dysti.
At KÍ legði seg á odda bar við sær, at leiðslan var 3-1, og harvið gekk tað av álvara fyri seg eftir treytunum hjá KÍ. Heimaliðið javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Verjuspælið var ikki heilt sannførandi í hesi atsóknini, tá ið liðformaðurin Roman Ferber var leysur mitt fyri og setti bóltin í málið.
Tað kendist tó ongantíð soleiðis, at heimaliðið hevði fatur í langa endanum. KÍ var samantalt frammanfyri við einum máli, og eitt lítið korter eftir steðgin legði KÍ seg aftur á odda. Árni Frederiksberg sendi innfyri við horna úr vinstru, og frammanfyri nærra stólpa var tað Páll A. Klettskarð, sum við høvdinum stýrdi bóltin í handaru síðu av málunum.
So var 3-1 og samantalt 4-2, sum ber við sær, at KÍ nú er á veg til hús við atgongumerki til annað umfar í Champions League.