Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, tá ið Føroyar og Kasakstan fara at spæla fyrsta dystin í nýggju Nations League kappingini. Tá ið dysturin verður liðugur, og hópurin hevur etið døgurða verður farið vestur í Vágar, og so verður í leiguflogfari hjá Atlantsflog kósin sett ímóti Moldova, har Føroyar týsdagin aftur fara at spæla í Nations League.
Í ferðalagnum vera formenninir í fótbóltsfeløgum. FSF plagar á hvørjum ári at bjóða formonnunum ein landsliðstúr og hetta verður tann túrurin í 2026.
Tað er eisini greitt, at ein nýggjur maður verður í ferðalagnum. Tað er Aron Benjaminsen, sum í gjárkvøldið skoraði bæði málini, tá ið Føroyar í Estlandi vunnu EM-undankappingardyst 2-1. Tá ið landsliðsúrtøkan var næstsíðsta mánadag segði Eyðun Klakstein, at tað var møguleiki fyri, at hópurin fór at verða víðkaður úr 23 og upp í 24 spælarar, og tann møguleikan hevur venjarin nú gjørt til veruleika.
Hetta er fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Aron Benjaminsen hevur fingið boð at vera við á A-landsliðnum. U-21 landsliðið lendir í kvøld í Vágum, og so fer ungi maðurin umborð á leiguflogfarið.
-Hetta er dreymur, sum nú er veruleiki. Heilt síðani eg var smádrongur, havi eg droymt um at sleppa at umboða føðilandið, so hetta er stórt, sigur Aron Benjaminsen í samrøðu við Agnar Prestá í FM1 útvarpinum.
At Aron Benjaminsen í kvøld fer við A-landsliðnum, sum týsdagin fer at spæla í Moldova, ber við sær, at hann ikki verður við, tá ið U-21 landsliðið mikudagin fer at spæla ímóti Íslandi í Klaksvík.