Eftir dystarlok í kvøld, tá ið tað millum Føroyar og Kasakstan endaði 1-1, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, at Aron Benjaminsen fer at eiga jokaraleiklut, tá ið landsliðið týsdagin fer at spæla í Moldova. Ætlanin var, at Aron Benjaminsen í kvøld skuldi fara við landsliðnum í leiguflogfarinum hjá Atlantsflog, sum klokkan 22.00 í kvøld er sett til at fara úr Vágum og beinleiðis til Moldova.
Nú er tað greitt, at Aron Benjaminsen ikki verður í ferðalagnum í kvøld. U-21 landsliðið, sum er á veg til Føroya við 2-1 sigri í Estlandi í viðførinum, fekk ikki lent í Vágum í kvøld. Flogfarið er nú komið til Keflavíkar, har tað verður standandi til í morgin.
U-21 landsliðsvenjarin Ólavur Mikkelsen hevur sent boð eftir B36 spælaranum Bartal Páll Klein at vera við í hópinum, sum nú fer at fyrireika seg til dystin ímóti Íslandi, sum mikudagin verður í Klaksvík.
Hvussu tað nú verður við Aron Benjaminsen er ikki greitt í kvøld. Umframt at spæla í Moldova týsdagin fer A-landsliðið at spæla næsta fríggjadag á heimavølli ímóti Slovakia og annan týsdag á útivølli í Kasakstan.
