Ongi úrslit

Atlantic Airways fer at flúgva til Italia

Við nýggju rutuni verður bæði lættari og skjótari hjá føroyingum at uppliva eitt av mest spennandi økjunum í Evropa.

Atlantic Airways
6 tímar síðan

Næsta summar fer Atlantic Airways undir beinleiðis flúgving til Milano í Italia. Flogið verður eina ferð um vikuna frá juni til og við august. 

“Italia hevur leingi verið eitt umbiðið ferðamál hjá føroyingum, og tí fegnast vit um, at Milano nú verður partur av rutunetinum hjá okkum,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Við nýggju rutuni verður bæði lættari og skjótari hjá føroyingum at uppliva eitt av mest spennandi økjunum í Evropa. Milano er næststørsti býur í Italia og hevur eina ríka søgu. Hetta sæst í mongu søguligu bygningunum og mentanarligu upplivingunum í býnum.  

Frá Milano er lætt at ferðast víðari til fleiri av kendastu ferðamálunum í Italia. 

Lake Garda og Lake Como 

Nýggja rutan gevur føroyingum møguleika at vitja nakrar av vakrastu náttúruperlunum í Italia, Lake Garda og Lake Como. Har bíða stórsligin fjallalandsløg, hugnaligir smábýir, framúrskarandi matupplivingar og eitt fjølbroytt úrval av frítíðarvirksemi. Italia hevur okkurt at bjóða øllum aldursbólkum.  

Sølan byrjar 17. september 2026.  

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

22 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17