Ongi úrslit

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

At hann er glyvramaður, sum býr á Nesi, verður hildið at vera við til at styrkja um vónina hjá teimum í Nes kommunu aftur at vinna tingmann

Jonhard Hammer
26. februar kl. 17:31

Á Toftum hevur ljóðað, at Atli Fríði Johansen verður nýtt sambandsvalevni í Nes kommunu, og nú løgtingsvalið er útskrivað váttar Atli F. Johansen, at hann verður valevni hjá Sambandsflokkunum:

-Jú, tað er rætt, at tað er heitt á meg um at stilla upp, og at eg havi játtað, sigur Atli F. Johansen, tá ið Dimmalætting spyr hann um hetta.

Atli F. Johansen er 48 ára gamal. Á kommunuvalinum í 2024 fekk hann 89 atkvøður og var næstvaldur í býráðið, og síðani varð hann valdur at vera næstformaður í Nes kommunu.

Atli er ættaður av Glyvrum, er giftur á Toftum, býr á Nesi og hevur ættarbond í Lamba. Hann er skúlastjóri í Eysturkommunu, hann er deknur í Fríðrikskirkjuni, hevur sína gongd í missiónshúsinum á Toftum, og so syngur hann í kórinum í Glyvra kirkju.

Jaspur Langgaard, sum býr í Nes kommunu, hevur tvey tey seinastu valskeiðini verið í tinginum. Hann hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur.

Tað ber til at lesa meiri í Dimmalætting, sum er til keyps bæði á netinum og í sølubúðunum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58