Ongi úrslit

Ávaring frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: Hendan budingin skalt tú ikki eta

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einu slagi av budingi, sum er at fáa til keyps í handlum í Føroyum. Orsøkin til ávaringina er, at ein feilur tók seg upp einum framleiðslutóli og tí er vandi fyri at smá glaspetti eru í budinginum.

Eyðvitað kann tað verða heilsuskaðiligt at eta glaspetti, bæði fyri munnin, svølgrúmi og magan.

Tað er budingur frá Arla, talan er um, og heilt ítøkiliga er talan um: »Arla Protein Pudding Chokolade 6 x 200 g«. Vørunummari, er 608332 og talan er um fýra sendingar, ella buding, sum er best fyri:
- 11.01.2027
- 18.01.2027
- 20.01.2027
- 06.02.2027

 Talan er eisini um tvær sendingar av »Arla Protein Pudding Karamel 6 x 200 g«. Vørunummar 608339 og hesin budingurin er best fyri:

- 23.01.2027
- 02.02.2027 

 Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum ið liggja inni við hesum budinginu um at koyra hann í skrell, ella um at fara aftur í handilin við honum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07