Ongi úrslit

B-52 bumbuflogfar datt niður í Kalifornia: Øll átta umborð lótu lív

Eitt amerikanskt B-52-bumbuflogfar datt niður beint eftir fráferð í Kalifornia. Øll átta fólkini umborð doyðu.

© Wikipedia.
B-52 bumbuflogfar.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Øll átta fólkini umborð lótu lív, tá eitt amerikanskt B-52-bumbuflogfar í gjár datt niður beint eftir fráferð frá Edwards Air Force Base í Kalifornia. Eldur kom í flogfarið, og ein stór, svørt royksúla sást fleiri kilometrar burturi.

Datt niður á flogbreytina

Flogfarið var á einari vanligari royndarflúgving og var júst farið á flog, tá tað datt niður á flogbreytina.

James Hayes, oberstur í amerikanska flogvápninum, segði stutt aftaná hendingina, at skjótt varð staðfest, at eingin kundi hava yvirlivað vanlukkuna. Orsøkin er enn ókend og verður nú kannað.

Umborð á flogfarðinum vóru fólk frá amerikanska herinum, almenn starvsfólk og eisini fólk frá privatum veitarum. Tvey teirra vóru starvsfólk hjá Boeing. Nøvnini eru ikki almannakunngjørd, tí avvarðandi verða framvegis kunnað.

Fyrsta vanlukkan síðan 2016

Flogfarið skuldi stuðla einari verkætlan, sum snýr seg um at dagføra radarskipanir.

B-52 er eitt strategiskt bumbuflogfar, sum kann bera bæði vanlig vápn og kjarnorkuvápn. 

Hetta er fyrsta B-52-vanlukkan síðan 2016. Tá yvirlivdu øll sjey umborð.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02