Bakkafrost hevði 273 milliónir í avlopi í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað er nógv betri enn í sama ársfjórðingi í fjør, tá ið avlopið var 65 milliónir.
Bakkafrost skrivar í morgun, at tøkan í Føroyum var 26.749 tons og hon var 3.145 tons í Skotlandi, aftur ímóti ávikavist 16.020 tons og 7.034 tons sama tíðarskeið í fjør.
Sum heild eru vit nøgd við framgongdina í rakstrinum í øðrum ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen, stjóri:
Laksaprísurin fall munandi meir enn væntað gjøgnum ársfjóðringin. Útboðið gjørdist eisini munandi størri enn væntað. Kortini vaks rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost munandi, serliga tí at nógv virksemi var í Føroyum
Í Føroyum var miðalvektin á tikna fiskinum 5,5 kilo sum er gott. Góða gongdin sást aftur í kostnaðinum á tikna fiskinum, sum var fýra prosent lægri enn í sama ársfjóðringi í fjør.
Sum heild er fiskurin í sjónum væl fyri. Vit settu 5,6 milliónir stór og góð smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni, sigur Regin Jacobsen.
– Samstundis er støðan á fóðurmarknaðinum óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð. Vit hava tó stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi, sum væntandi røkka fram til annan ársfjórðing næsta ár, sigur hann.
– Nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Við hesum fáa vit størri fleksibilitet í framleiðslu og fóðurblandingum enn áður.
– Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu í hesi truplu marknaðarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði.
Í Skotlandi var fíggjarliga úrslitið ikki nøktandi. Miðalvektin á tikna fiskinum var 5,2 kg, sum er gott, men tað var kostnaðarmikið, tí so lítið varð tikið.
Harafturat vóru avbjóðingar í einum aliøki við smolti frá uttanhýsis veitara. Virksemið er nú vaksandi og munandi fleiri smolt eru sett út í ár.
Umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður nú stigvíst skiftur út við stór góð smolt frá egnari framleiðslu.
– Fyrimunirnir av hesum væntast at gerast sjónligari frá 2027 við betri fiskaheilsu, betri vøkstri og lægri lívfrøðiligum váða.
Hóast óvanliga stóran vøkstur í útboði av laksi var eftirspurningurin góður á flestu marknaðum.
Nú útboðsvøksturin væntast at minka, eru útlit fyri meira javnvág á marknaðinum. Vit halda fast við væntaðu tøkuna á umleið 97.000 tonsum í Føroyum og 20.000 tonsum í Skotlandi og halda fram við somu raðfestingum sum eru góða fiskaheilsu, høgan kostnaðar-effektivitet og at fremja okkara íløguætlan íð tryggjar langtíðar burðardygga virðisskapan, sigur Bakkafrost.