Ongi úrslit

Bakkafrost økir um orkutørvin: SEV styrkir elnetið í Sandoynni

Nýggir transformarar skulu tryggja nóg mikið av streymi, tá smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík verður tikin í nýtslu.

© Sev.
Stutt fyri midnátt fóru arbeiðstoymini út til ymisku transformatorstøðirnar. Klokkan 02.35 var arbeiðið liðugt.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Elorkutørvurin í Sandoynni kann vaksa úr umleið 1,5–2 megawattum upp í umleið 7 megawatt, tá smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík er liðug og farin undir virksemi.

Stóra økingin ger tað neyðugt hjá SEV at styrkja elnetið. Í eystaru helvt av oynni eru 14 transformarar skiftir út, so netið kann leggjast um úr 10 kilovoltum í 20 kilovolt.

Arbeiddu um náttina

Nýggju transformararnir vórðu settir til netið mánakvøldið 20. juli og inn í týsnáttina 21. juli.

Meðan arbeitt varð, var neyðugt at slíta streymveitingina. Tí varð arbeiðið gjørt um náttina, tá avbrotið órógvaði brúkararnar minst.

Stutt fyri midnátt fóru arbeiðstoymini út til ymisku transformatorstøðirnar. Arbeiðið varð gjørt í stigum og samskipað úr eftirlitsrúminum hjá SEV á Landavegnum í Havn.

Klokkan 02.35 var arbeiðið liðugt, og streymurin var aftur í eystaru helvt av Sandoynni.

Sandur og Skopun standa næst

Fyri sjey árum síðan varð seinasta ellinjan í Sandoynni tikin niður. Tá var alt elnetið í oynni lagt í kaðal.

Nú er elnetið í eystaru helvt styrkt við nýggjum transformarum. Sambært SEV verður netið, sum veitir Sandi og Skopun streym, væntandi eisini styrkt í september. Tá er ætlanin at seta 60 kV-netið til.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

14 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00