Tað er framvegis stórt yvirskot í føroysku bankunum. Landsbandin hevur talt sama, at fyrra hálvár í ár, høvu bankarnir tilsamans 286 milliónir í yvirskoti - og tað er eftir skatt.
Hetta er eitt sindur minni enn yvirskotið var fyrra hálvár í fjør, tá ið tað var 320 milliónir.
Í fyrra hálvári í ár hevði Betri Banki eitt yvirskot eftir skatt upp á 141 milliónir, Føroya Banki hevði 125 milliónir í yvirskoti, Norðoya Sparikassi hevði 18 milliónir í yvirskoti og Suðuroyar Sparikassi hevði eitt yvirskot upp á tvær milliónir.
Upphæddin, sum føroysku bankarnir hava sett av til møgulig tap í ár, svarar til 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar, men møgulig tap vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum.
Í fjør mistu bankarnir ikki eina krónu upp á útlán til vinnukundar.
Annars hava bankarnir sett tilsmans 0,7 prosent av til tap upp á lán til húsarhaldini. Í fjør vóru tapini av útlánum til húsarhald 0,1 prosent.

