Ongi úrslit

Bárður er nú uttanflokka

Býráðslimur í Vági, sum á valinum í 2024 var ein av fýra, ið vóru vald á tjóðveldislistanum, boðar frá, at hann nú er uttanflokka býráðslimur

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Ein av teimum fýra, sum á kommunuvalinum 12. november í 2024 varð valdur í býráðið í Vági á listanum hjá Tjóðveldinum, boðar nú frá, at hann nú er uttanflokka í býráðnum.

Talan er um Bárð Virgarsson Nielsen, sum á kommunuvalinum var næstvaldur á lista E. Hann fekk 47 persónligar atkvøður.

Bárður Virgarsson Nielsen hevur lagt skriv á fb vangan, sum hann hevur sent býráðnum í Vági:

 

Hesa fráboðan fekk Vágs býráð í gjár. Alt í bestu meining og menning fyri heimstaðin.

--

Fráboðan um at gerast uttanflokkaumboð í Vágs býráð

Eg boði við hesum frá, at eg framyvir fari at røkja mína uppgávu í Vágs býráð sum uttanflokkaumboð.

Hetta er ein umhugsin avgerð, grundað á eitt ynski um at tryggja betri arbeiðskarmar, styrkja samstarvið og skapa eitt opið og virðiligt býráðsarbeiði – við fokus á borgaran og felags áhugamál.

Eg vil samstundis vísa mína virðing og tøkk fyri samstarvið higartil, serliga í Teknisku- og Umhvørvisnevndini. Arbeiðið hevur verið bæði læruríkt og meiningsfult, og nevndarlimirnir hava víst virðing fyri hvørjum øðrum, verið konstruktivir og veruliga roynt at finna loysnir heldur enn forðingar. Eins og hesum havi eg eisini stóra virðing fyri tí ábyrgd og tí stóra arbeiði, sum aðrir býráðslimir dagliga leggja í at flyta Vágs kommunu fram á leið.

Tó havi eg í ov langa tíð kent á mær, at partapolitiskar bindingar stundum seta mørk fyri einum góðum, fakliga grundaðum og framskygnum arbeiðslagi.

Hetta er ein veruleiki, okur mugu tora at viðganga og síggja í eyguni, um okur vilja gera okkum verd til álitið, sum borgararnir hava givið okkum.

Áðrenn kommunuvalið vóru nógv boð frammi um, at tørvur var á breiðari samstarvi og minni partapolitikki í kommununi. Hetta var ein visión, eg trúði upp á tá – og sum eg framvegis trúgvi upp á. Og nú er tíðin komin at lata orð gerast til handlingar og at taka stig, sum veruliga kunnu flyta okkum tann vegin, okur sjálvi hava peikað á.

Við at virka sum uttanflokkaumboð ynski eg at skapa størri frírúm fyri dialogi, fakligheit og nýggjum loysnum. Mítt mál er at vera ein konstruktivur samstarvsfelagi, sum byggir brýr heldur enn múrar, og sum arbeiðir fyri, at avgerðir verða tiknar út frá tí, sum er best fyri kommununa – ikki út frá flokslínum ella gomlum naggatódnum.

Eg fari framhaldandi at arbeiða miðvíst fyri mínum veljarum eins og fyri øllum borgarum í Vágs kommunu. Trúgvin á, at tá okur megna at arbeiða saman í einum opnum og álitisfullum anda, so fer borgarin eisini at merkja munin: í betri tænastum, greiðari raðfestingum og einum sterkari og livandi lokalsamfelag, har trivnaður, menning og framtíðartrúgv ganga hond í hond. Okur hava ikki ráð at koyra eftir sama leisti longur – tað sær hvørt mansbarn.

Landspolitiskt fari eg tó altíð at vera partur av Tjóðveldi.

Henda avgerð snýr seg einans um mína uppgávu í Vágs býráð, har eg eri sannførdur um, at eg best kann tæna kommununi sum óheftur býráðslimur – við dirvi, ábyrgd og einum greiðum fokus á felags loysnir, sum gagna øllum, ið kalla Vágs kommunu sítt heim, eins og mítt heim.

Virðingarmest

Bárður Virgarsson Nielsen

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

7 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32