B36 skrivar soleiðis í kvøld:
Benjamin Heinesen fer komandi kappingarár at vera hjálparvenjari hjá høvuðsvenjaranum Andreas Patz.
Benjamin fór undir venjaragerningin fyri góðum ári síðan, tá afturvendandi skaðar forðaðu honum at halda fram sum spælari. Hann var tá settur sum hjálparvenjari á næstbesta liðnum, og góðu venjaraevnini vóru sjónlig alt fyri eitt.
Í summar tók hann við sum høvuðsvenjari í næstbestu deildini, tá Tór-Ingar Akselsen fór vestur í Vágar at royna seg.
Næsta ár fer hann so at taka enn eitt tørn fyri B36. Hesaferð sum hjálparvenjari á besta mansliðnum, skrivar B36.