Tað verður heilt serligt á Tórsvølli í morgin. Ein vanligan yrkadag vera tað fleiri enn 4000 eygnavitni kring vøllin, tá ið Føroyar fara at spæla sætta Nations League dystin í hesum umfarinum. Um hetta verður síðsti dysturin í hesi Nations League kappingini fæst at síggja í morgin. Tað verður Moldova, sum fer at halda fram í kappingini, um Føroyar ikki vinna. Um Føroyar vinna fulla úrtøku, so vera tað Føroyar, sum í mars fara at spæla tveir røkk ella støkk dystir um uppflyting í B deildina í Nations League.
Í dag vandi føroyska liðið á Tórsvølli, og á tíðindafundinum segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari seg hava gott mót um, at tað í morgin fer at eydnast at vinna fulla úrtøku móti Moldolva, eftir at allir teir fyrstu fimm dystirnir í hesi kappingini eru endaðir javnir.
-Vit avrikaðu væl í Slovakia, og vit kundu havt vunnið, tí tað høvdu vit møguleikar til. Í morgin verður tað heilt serstakt, at tað ein vanligan mánadag verður fult stadion, og at vit harvið vónandi fáa stóran stuðul frá áskoðarunum. Tað fer at gera mun, og hópurin er væl fyri. Allir spælararnir eru tøkir uttan Jóannes Kalsø Danielsen, sum fríggjakvøldið sá gult fyri aðru ferð í hesi kappingini og er leikbannaður. Martin Agnarsson var leikbannaður í Slovakia, og hann er tøkur aftur, og tað er tíbetur stór kapping um plássini á liðnum, sigur Eyðun Klakstein.
Verður Aron Benjaminsen at síggja á vøllinum í morgin?
-Eg fari ikki at siga nakað um, hvussu liðið fer at síggja út. Tað eru tveir Benjaminsen menn í hópinum, og kanska fara vit at síggja annan og møguliga báðar á vøllinum móti Moldova, sigur Eyðun Klakstein.
Tað verður roknað við, at Jann J. Benjaminsen fer at loysa Jóannes K. Danielsen av í verjuni í høgru, og tað verður eisini roknað við, at Martin Agnarsson verður nýggjur vongverji í vinstru, har Viljormur Davidsen spældi fríggjakvøldið.
Um Aron Benjaminsen fer at fáa møguleikan valdast um, hvussu dystargongdin verður.