Bergur Poulsen hevur seinastu fýra árini spælt við øðrum feløgum. Fyrst spældi hann tvey ár við EB/Streymi, áðrenn leiðin gekk til B36, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini.
Bergur hevur eisini drúgvar royndir frá føroyska U21-landsliðnum, har hann hevur umboðað Føroyar í nógvum landsdystum.
Kappingarárið í ár byrjaði ikki heilt sum ætlað hjá Bergi, tí hann var darvaður av skaða og mátti sita uttanfyri fyrstu dystirnar. Hann kom tó aftur á vøllin og spældi fimm teir seinastu dystirnar hjá B36 í landskappingini.
Nú gongur leiðin aftur til Víking. Bergur er fluttur aftur til heimbygdina at búgva, og sostatt verður tað eisini eitt afturhvarv til barndómsfelagið.
Við sínum royndum úr bestu føroysku deildini og frá U21-landsliðnum fær Víkingur ein leikara, sum hóast ungan aldur hevur roynt eitt sindur av hvørjum í føroyskum fótbólti.