Betri Trygging hevur í sambandi við 50 ára dagin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd sent ráðnum eina heilsan, har hugt verður aftur á byrjanina og samstarvið hesi fimm áratíggjuni.
Søgan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd byrjaði á eini skrivstovu á Kongabrúnni í Havn, har Betri Trygging framvegis heldur til.
Tað var Marius Thomassen, táverandi stjóri í Tryggingarsambandinum Føroyum, sum bjóðaði umboðum fyri 13 ymiskar stovnar á fund við tí endamáli at stovna eitt ferðsluráð.
Orsøkin var vaksandi ferðslan og avleiðingarnar, sum fylgdu við henni.
Tryggingarsambandið sá eitt støðugt vaksandi tal av skaðum verða fráboðað. Talan var bæði um skaðar á bilar og annað tilfar, men eisini fólkaskaðar og ferðsluvanlukkur, sum kravdu mannalív.
Marius Thomassen metti tí, at neyðugt var at fáa fleiri stovnar at samstarva um at gera ferðsluna tryggari.
Arbeitt við ferðslutrygd í hálva øld
Síðani hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd arbeitt við millum annað upplýsing, undirvísing, hugburði og lóggávu fyri at minka um vandan í ferðsluni.
Í heilsanini vísir Betri Trygging á fleiri av teimum økjunum, sum ráðið hevur varpað ljós á gjøgnum árini. Millum annað ferð, rúsdrekka í ferðsluni, trygdarbelti, fartelefonir undir koyring, súkkluhjálmar og endurskin.
– Á øllum mótum, har vandi hevur verið í ferðsluni, hava tit sett inn. Tit arbeiða við hugburði, upplýsing, undirvísing, lóggávu, og tit gera vart við vegir, skelting og karmarnar, vit hvønn dag ferðast í, verður sagt í heilsanini.
Betri Trygging vísir á, at tað ikki ber til at seta tal á, hvussu nógvar vanlukkur eru fyribyrgdar av hesum arbeiðinum. Men felagið vísir samstundis á, at tølini fyri ferðsluskaðar eru minkað.
Málið er framvegis tað sama
Ráðið fyri Ferðslutrygd og Betri Trygging hava samstarvað um fleiri átøk gjøgnum árini.
Hóast átøkini hava verið ymisk, hevur endamálið sambært Betri Trygging verið tað sama alla tíðina: at eingin skal doyggja ella fáa álvarsaman skaða í ferðsluni.
– Tað er eitt mál, sum ongantíð verður ótíðarhóskandi – heldur ikki eftir 50 ár, verður sagt.
Betri Trygging endar heilsanina við at takka Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri áhaldandi arbeiðið og samstarvið seinastu 50 árini.