Ongi úrslit

Bíðaðu eina viku at boða frá oljudálking í Havn

Talan var um nógva dálking. Myndina tók Kári Johansen
Áki Bertholdsen
17 tímar síðan

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um umfatandi oljudálking í Havn.

Tað var longu síðst í novemburm, at fólk vóru varug við, at nógv sjógvurin í Vágsbotni og við Kongabrúnna, var illa dálkaður av olju.

Løgreglan sigur, at talan var um umfatandi oljudálking, kanska einar 2.000 litrar.

Men tann stóri trupulleikin hjá løgregluni er, at oljudálkingin varð ikki meldað fyrr enn eina góða viku seinni.

Tað stendur annar í lógini, at oljudálking skal fráboðast alt fyri eitt. Men at tað gekk so long tíð, ger kanningararbeiðið hjá løgregluni truplari.

Løgreglan sigur, at dálkingin kann verða hend í sambandi við bunkring, men skipið hevur langt síðani loyst aftur. Kortni hevur løgreglan ein varhuga av, haðani oljudálkingin stavar.

Men tað skulu fleiri kanningar til áðrenn tey kunnu siga nakað við vissu. Finna tey fram til, hvaðani oljudálkingin stavar, verður bótin fleiri hundraðtúsund krónur.

 

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 08:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 16:33