Samstundis vórðu fleiri nýggj átøk sett í verk fyri at fáa sjúklingar skjótari til kanningar og viðgerð. Tað stendur millum annað at lesa í nýggju ársfrágreiðingini frá Sjúkrahúsverkinum.
Fjórða ársfjórðing varð ein eykajáttan upp á nærum 1,16 milliónir krónur latin til arbeiðið við at stytta bíðilistarnar. Úrslitið var, at 966 pláss vórðu tikin av bíðilistunum.
Nærum 1.000 pláss burtur av bíðilistunum
Størsta einstaka framstigið kom innan urologi á Landssjúkrahúsinum. Har fóru 255.000 krónur til eyka virksemi, sum stytti bíðilistan við 157 plássum.
Eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gav eitt nýtt átak skjót úrslit. Við telefonviðtalum við urologiskum sjúklingum varð bíðilistin styttur við 115 plássum fyri ein kostnað á 50.000 krónur.
Á Eygnadeildini á Landssjúkrahúsinum varð bíðilistin styttur við 147 plássum, meðan bíðilistin til ambulantar viðtalur í kardiologi á Medisinska deplinum varð styttur við 122 plássum.
Telefonviðtalur skulu stytta bíðitíðirnar
Ársfrágreiðingin vísir, at Sjúkrahúsverkið í 2025 fór undir fleiri royndarskipanir, har sjúklingar í størri mun kunnu fáa viðtalur uttan at møta á sjúkrahúsi.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð farið undir telefonviðtalur við urologiskum sjúklingum. Endamálið var beinleiðis at stytta bíðilistarnar og stytta sjúklingagongdina, so sjúklingar skjótari komu til kanningar og skjótari fingu svar.
Eisini innan gastroenterologi varð roynt við smidligari loysnum, har mett varð í hvørjum einstøkum føri, um sjúklingurin hevði tørv á at møta á sjúkrahúsinum, ella um televiðtala var møgulig.
ADHD framvegis eitt trýstøki
Hóast framstig á fleiri økjum vísir frágreiðingin eisini á eitt øki, har bíðilistarnir framvegis eru ein stór avbjóðing.
Í sambandi við strategiarbeiðið verður staðfest, at útgreining og viðgerð av vaksnum við ADHD er eitt lutfalsliga nýtt tilboð, og at bíðilistarnir her eru drúgvir. Tí varð ADHD-økið uppraðfest við øktari játtan, soleiðis at fleiri útgreiningar nú verða gjørdar enn áður.
Frágreiðingin upplýsir tó ikki, hvussu nógv fólk framvegis standa á hesum bíðilistum.
Felags skipan skal geva størri gjøgnumskygni
Eitt annað stig í arbeiðinum at fáa betri tamarhald á bíðilistunum er felags visitatión innan ortopedi.
Síðani januar 2025 enda allar ávísingar á sama stað, óansæð um tær eru ætlaðar Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta skal tryggja, at sjúklingar verða mettir eftir somu treytum, óansæð hvar í landinum teir búgva.
Sambært Sjúkrahúsverkinum ger hetta, at sleppast kann undan dupultávísingum, kapasiteturin verður betur gagnnýttur, og størri gjøgnumskygni fæst í bíðitíðunum.