Ongi úrslit

Biðja landsstýrismannin rætta fleiri feilir

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Nú er greitt, at Løgtingið fer at samtykkja uppskotið frá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at játta útróðrarbátum í bólki B 750 fiskidagar afturat í ár.

Bólkur 5B eru smáir útróðrarbátar undir 15 tons, sum rógva út av og á, men har eigarin hevur aðra inntøku afturat.

Uppskotið hevur verið til umrøðu í Vinnununevndini hjá Løgtinginum, og har tekur ein stórur meiriluti undir: nevniliga øll samgongan og Miðflokkurin.

Men samstundis vísa tey á, at nøkur lýti eru í skipanini, sum landsstýrismaðurin eigur at broyta skjótast gjørligt.

Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin átti at javnsett bólkarnar 5A, sum eru fult riknir útróðrarbátar, og bólk 5B við hinar bólkarnar viðvíkjandi buffaranum.

Allir hinir bólkarnir hava ein buffara, sum er óbrúktu dagarnir frá árinum fyri, og tað er ringt at síggja nakra grundgeving fyri, at bólkarnir 5A og 5B ikki eisini skulu hava eina slíka skipan, halda tey.

Tey vísa eisini á, at í fjør vóru 559 avreiðingar minni enn 150 kilo. Verður eitt minstamark upp á 150 kilo sett á, fyri at tað skal telja sum ein fiskidagur, vóru 559 dagar í fjør, sum ikki vórðu nýttir.

Meirilutin heitir á landsstýrismannin um at gera tað soleiðis, at bara avreiðingar upp á minst 150 kilo skulu telja sum ein fiskidagur.

Ein trupulleiki, sum kann standast av støðuni í dag, er, at ov nógvir bátar flyta upp í bólk 5A næsta ár.

Meirilutin sigur, at tað er tí, at avreiða bátar í bólki 5B fyri meiri enn 200.000 krónur, flyta teir upp í bólk 5A. Tí biðja tey landsstýrismannin hækka markið til eina meiri hóskandi upphædd. – Men tey nevna kortini einki tal.

Nevndin hevur fingið upplýst, at higartil í ár hevur avreiðingarnøgdin verið 440 kilo í miðal.

Koma 750 dagar afturat í skipanina, og miðalnøgdin verður tann sama, er talan um 330 tons, sum verða fiskað afturat, og tí verður ikki mett, at hetta fer at fáa stórvegis ávirkan á aðrar bólkar, sigur meirilutin.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

Í gjár kl. 23:20

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

8 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18