Ongi úrslit

Bilaverkstað í Suðuroy brann í grund - royna nú at finna orsøkina

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í bilverkstaðnum í Grønadali í Suðuroy, tað er beint við miðnámsskúlan.

Løgreglan sigur, at sløkkilið og løgregla vóru skjót á staðið, men talan var um so stóran eld, at tað bar ikki til at sløkkja hann.

Løgreglan sigur, at eink fólk var inni. Hinvegin tey vita ikki um nakrir bilar vóru inni, men har var í hvussu so er ein stór goymsla av dekkum.

Løgreglan sigur at alt brann í grund, so har er einki eftir og í dag fara tey at kanna verkstaðið fyri at vita um greiða kann fáast á, hví eldur kom í.

Tað hjálpir væl at tey vita, hvar eldurin kyknaði, tí tað sóu tey, sum boðaðu frá.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at streymslit var í Suðuroy eina lítla løtu í gjár so kannað verður eisini um tað kann hava havt nakað við eldsbrunan at gera.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17