Ongi úrslit

Bilførari koyrdi út av tí hann varð blendaður av sólini

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Aftur í gjár hendi eitt ferðsluóhapp tí bilførarin varð blendaður av sólini og sá ikki akkurát hvar á vegnum hann var staddur. Hetta óhappið hendi í Suðuroy, men talan var um eitt lítið óphapp við lítlum skrokkskaða og ongum fólkaskaða.

Nú veturin er yvir okkum, stendur sólin rættiliga lágt á luftini og hetta er minst triðju ferð upp á stutta tíð, at bilførarar verða so illa blendaðir, at teir hava elvt til ferðsluóhapp. Men talan hevur verið um smáskaðar og ongan fólkaskaða.

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at ansa eftir, og at slaka av tá ið sólin blendar teir - og um neyðugt eiga bilførarar heldur at steðga enn at koyra uttan at teir síggja akkurát hvar teir eru.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14