Ongi úrslit

Billund í heimsflokki: Nú millum tíggju teir bestu flogvøllirnar í heiminum

Billund Lufthavn er komin á ein altjóða topp-10-lista yvir heimsins bestu flogvøllir, sambært Travelbook hjá týska Bild-samtakinum.

© Billund Airport.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Billund Lufthavn er nú mettur sum tíggjundi besti flogvøllur í heiminum. Tað skrivar tvSyd, sum vísir til eina nýggja rangering hjá týska ferðamiðlinum Travelbook.

– Hold da fast, det er fedt, sigur Dan Prangsgaard, samskiftisleiðari í Billund Lufthavn.

Stundvísi telur mest

Raðfestingin byggir fyrst og fremst á stundvísi. Komur og fráferðir sum henda rættstundis telja 60 prosent av samlaðu metingini.

Tænastustøðið telur 20 prosent, og handlar og matstovur á flogvøllinum telja tey seinastu 20 prosentini.

Eitt stórt herðaklapp

Billund Lufthavn væntar ikki, at plássið á listanum í sær sjálvum fer at føra til eina flóð av nýggjum ferðafólkum.

Men flogvøllurin sær heiðurin sum eitt stórt herðaklapp. Sambært Dan Prangsgaard arbeiðir flogvøllurin hvønn dag við at gera upplivingina betri fyri ferðafólk.

Millum nýggju tiltøkini er, at ferðafólk ikki longur skulu taka vætu og elektronikk upp úr handviðførinum í trygdareftirlitinum.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41