Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein lítil bátur var farin at leka uttan fyri Slættanes í Vágum.
Tveir mans vóru við og tað var so heppið at ein annar bátur var beint við, so tey komu monnunum til hjálpar og bjargaðu teimum í land.
Men tað eydnaðist ikki at bjarga bátinum tí hann sakk.