Sum vit skrivaðu í gjár, bjargaði Smyril einum manni úr einum bjargingarbáti eystan fyri Sandoynna.
Eftir umstøðunum var maðurin væl fyri, men hann var eitt sindur kaldur, og skelkaður av støðuni hann var komin í. Men hann hevði verið einsamallur, so eingin er saknaður.
Smyril var á veg til Suðuroyar, men maðurin fylgdi við norður aftur og av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar tá ið tey vóru komin til Havnar.
Av tilvild vóru løgreglufólk við Smyrli hendan túrin og tey prátaðu við mannin tá ið hann hevði fingið turr klæðir og ein bita og var ernaður aftur.
Tað fyrsta, løgreglan staðfesti, var, at maðurin var ikki ávirkaður av rúsdrekka.
Løgreglan sigur, at maðurin var farin av Havnini í fjørðin við einum 10 mannafari og hann hevði lagt seg at royna ímillum Borðuna og Kirkjubønes, men eitt sindur syðri,
Veðrið var gott, men har eru streymviðurskiftini ring og út á seinnapartin bleiv tað rættiliga ófantaligt, tí tað breyt í bæði borð.
Maðurin royndi at sigla burtur úr tí, men tá fekk hann eina aldu inn á reyvina á bátinum og hann fyltust.
– Sostatt var einki hjá honum at gera uttan at fara í gummibátin, sigur løgreglan. Hann lukkaðist ikki at fáa telefonina við sær, so hann fekk ikki givið boð frá sær.
Hann rak suður eftir, og tvær ferðir sá hann bátar og sendi neyðbluss, men tað sóu tey ikki.
Tað var ikki fyrr enn hann hevði verið í bátinum í einar tríggjar tímar, og hevði rikið nakað væl suður eystan fyri Sandoynna, at bæði ferðafólk, og ymvirmenninir á brúnni á Smyrli, fingu eyga á hann.
Tey gjørdu skjótt av og setti ein bjargnarbát av Smyrli á sjógv og fingu bjarga manninum.
– Bjargingin gekk bæði skjótt og væl, sigur løgreglan.