Ongi úrslit

Black Friday: Brúkaraumboðið ávarar um villleiðandi tilboð og ólógligar kappingar

Nú Black Friday nærkast, minnir Brúkaraumboðið á reglurnar um avsláttur, gávukort og kappingar á sosialum miðlum.

© Brúkaraumboðið.
Stórir avslættir lokka brúkarar í handlarnar, men Brúkaraumboðið minnir á, at marknaðarføringin ikki má vera villleiðandi, og at greiðar reglur galda fyri bæði tilboð, gávukort og kappingar.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Handlar skulu upplýsa undanprísir, og brúkarar eiga at kanna prísir og treytir, áðrenn teir keypa. Tað er boðskapurin frá Brúkaraumboðnum, nú Black Friday nærkast.

Brúkaraumboðið vísir á, at marknaðarføring ikki má vera villleiðandi. Tá ein vøra verður sett niður í prísi, skal undanprísurin upplýsast, so brúkarin kann síggja, hvussu stórur avslátturin veruliga er.

Er eitt tilboð bert galdandi fyri eina avmarkaða nøgd, skal tað koma greitt fram. Er nøgdin sera lítil, eigur handilin at upplýsa, hvussu nógvar vørur eru til sølu.

Gávukort kunnu verða útgoldin í pengum

Brúkaraumboðið minnir eisini á rættindini hjá teimum, sum eiga elektronisk gávukort.

Sum útgangsstøði hava brúkarar rætt til at fáa virðið á slíkum gávukortum útgoldið, meðan tey eru galdandi, og í upp til eitt ár eftir, at gildistíðin er farin.

Hetta er galdandi fyri keypt gávukort við strikukotu, QR-kotu ella aðrari elektroniskari kotu. Vanlig pappírsgávukort geva vanliga ikki sama rætt.

Ólógligt at krevja, at luttakarar frámerkja vinir

Brúkaraumboðið minnir eisini handlar á reglurnar fyri kappingar á sosialum miðlum.

Handlar kunnu krevja, at luttakarar dáma ella deila eitt uppslag. Men tað er ikki loyvt at krevja ella eggja teimum til at frámerkja vinir sínar.

Kappingartreytirnar skulu vera greiðar. Millum annað skal upplýsast um virðið á vinninginum, møguligar avmarkingar og nær og hvussu vinnarin verður funnin.

Brúkaraumboðið mælir eisini brúkarum til at samanbera prísir, kanna sambandsupplýsingar hjá nethandlum og seta seg inn í treytirnar fyri umbýting, tá jólagávur verða keyptar.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10