Í gjár varð boðað frá grind uttan fyri Presttanga í Miðvági. Tað vísti seg at vera springarar, men tey gjørdu einki við tað og lótu teir fara.
Kári Thorsteinsson, sýslumaður, sigur, at fyri tað fyrsta er nóg mikið av grind flesta staðni norðan fyri nú. Men annars hevur tað heldur ikki verið siðvenja í Vágum at halda springarum til yvirhøvur.
Tað eru ikki nógvir dagar síðani, at ein stór grind legði beinini í Havn, umframt at bólkar av springarum eisini løgdu beinini bæði í Hvalvík og á Skálafjørðinum.
Sostatt er nokk av grind flesta staðni í landinum, sigur sýslumaðurin.