Ongi úrslit

Boeing fær grønt ljós: 737 MAX 7 góðkent eftir átta ára seinking

Amerikanskir myndugleikar hava góðkent Boeing 737 MAX 7. Nú kann Boeing loksins fara undir at lata kundunum fyrstu flogførini.

© Boeing.
Amerikanski flogferðslumyndugleikin FAA hevur góðkent Boeing 737 MAX 7, meira enn átta ár eftir fyrstu royndarflúgvingina.
Edmund Jacobsen
4. august kl. 18:30

Amerikanski flogferðslumyndugleikin FAA hevur góðkent Boeing 737 MAX 7, meira enn átta ár eftir fyrstu royndarflúgvingina.

Hetta er fyrsta nýggja MAX-flogfarið, sum verður góðkent eftir tvær sera álvarsligar flogvanlukkur í 2018 og 2019. Tilsamans 346 fólk lótu lív í vanlukkunum.

Góðkenningin hevur drigið út, tí nýggj samveldilóggáva setti Boeing og amerikonsku eftirlitsmyndugleikunum strangari krøv.

– Henda týðandi góðkenningin staðfestir, at flogfarið er ment og kannað eftir strongum krøvum, sigur Stephanie Pope, stjóri í Boeing Commercial Airplanes.

441 royndarflúgvingar

Boeing hevur framt 441 royndarflúgvingar, sum tilsamans vardu 686 tímar.

737 MAX 7 er minsta flogfarið í MAX-røðini og hevur pláss fyri í mesta lagi 172 ferðafólkum. Boeing ætlaði upprunaliga at lata fyrstu flogførini í 2019.

Ætlanin varð tó útsett eftir vanlukkurnar og eina álvarsliga hending í januar 2024, tá eitt stykki av skrokkinum loysnaði á einum flogfari hjá Alaska Airlines, meðan tað var á flogi.

Fyrstu flogførini verða gjørd klár

Boeing ger nú fyrstu MAX 7-flogførini klár til Southwest Airlines. Flogfelagið væntar at taka tey í nýtslu næstu mánaðirnar.

Góðkenningin hevði eisini beinanvegin ávirkan á partabrævið hjá Boeing, sum hækkaði átta prosent.

FAA hevur samstundis loyvt Boeing at økja framleiðsluna av MAX-flogførum. Felagið miðar eftir at framleiða 52 flogfør av hesum slagnum um mánaðin.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39