Bogi Jacobsen er farin frá sum stjóri í P/F Varðanum. Hann og nevndin í felagnum eru komin ásamt um, at hann fer úr stjórastarvinum. Varðin upplýsir ikki, hví stjóraskiftið verður framt.
Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í P/F Varðanum síðan 2020, tá hann tók við eftir pápa sín, Jákup Jacobsen, vanliga nevndan Dunga Jákup, sum hevði staðið á odda fyri felagnum í 35 ár.
Sámal Joensen tekur fyribils við
Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari hjá Varðanum, verður fyribils stjóri. Nevndin fer nú undir at finna ein nýggjan stjóra.
Nevndin takkar Boga Jacobsen fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið, men gevur onga nærri frágreiðing um bakgrundina fyri fráferðini.
Frá skipara til ovasta stjóra
Bogi Jacobsen hevði arbeitt í Varðanum í meira enn 20 ár, tá hann tók við sum ovasti stjóri. Hann er útbúgvin skipsførari, gjørdist skipari á Finni Fríða í 2003 og tók í 2012 við sum stjóri í Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Undir leiðslu hansara hevur Varðin framt stórar íløgur og havt sterk fíggjarlig úrslit. Í 2025 hevði samtakið 231 milliónir krónur í úrsliti eftir skatt og umleið 350 starvsfólk. Árið fyri var úrslitið 119 milliónir krónur.
Bogi Jacobsen er eisini óbeinleiðis partaeigari í P/F Varðanum. Óbeinleiðis eigarapartur hansara er mettur til 8,87 prosent.