Ongi úrslit

Bókaprátið við Anniku Olsen

Annika Olsen, miðnámsskúlalærari

Jonhild Rasmussen
2 tímar síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Tað koma alsamt fleiri góðar bøkur út á føroyskum, men skal eg taka eina burturúr rúgvuni, sum eg havi lisið í seinastuni, so vil eg viðmæla “Dreymsótt” (2023) eftir Rakel Helmsdal. Bókin er dystopisk og handlar um eina framtíð, sum lætt kundi gerast veruleiki um politiskt vald varð latið upp í hendurnar á skeivum persónum.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Bókin er eitt framlit og gongur fyri seg i 2036, men tekur støði í eini heimsfarstótt nøkur ár frammanundan. Bókin er ein dystopisk krimi skaldsøga, sum handlar um valdsmiklar politiskar persónar, sum gerast fíggindar hjá sínum egna fólki, har politikarar dáma at eygleiða og kúga fólk sítt. Hóast bókin handlar um eina dystopiska framtíð, so er hon ógvuliga veruleikakend, har kend støð í Føroyum verða brúkt, sum ger, at vit øll kunnu kenna okkum aftur í henni og tað, sum vit kenna frá tíðini, tá korona herjaði kring heimin og her heima hjá okkum.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Tað, sum eg sat eftir við, tá ið eg las bókina er, at hetta “kontrol” samfelagið í grundini lættliga kundi gerast veruleiki eftir koronafarsóttina. Politiskt vald er eitt hárfínt mark ímillum at gera tað, sum er gott fyri fólkið, og tað sum er ringt, har egoistiskt politiskt vald hjá einstøkum politikarum kemur framum fólkið.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?

Eg kann í grundini viðmæla øllum, sum umsita politiskt vald at lesa bókina.

Høvundur: Rakel Helmsdal

Kápusnið: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Bólkur: Skaldsøga

Útgávuár: 2023

Forlag: Sprotin

Síður: 255

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

18 tímar síðan

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

23 tímar síðan

Haaland sendi Norra í HM-fjórðingsfinaluna

5. juli kl. 23:49