1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg vil viðmæla øllum, sum ikki longu hava gjørt tað, at lesa Læars og Anni-Lena skrivað av Mouritsi N. Mohr. Hon vísir okkum á skemtiligan hátt einar Føroyar, ið so at siga eru burtur í dag. Einar upp á gott og ilt meira siðbundnar Føroyar, har alt gekk seinni enn í dag. Hetta er ikki djúpur og torskildur skaldskapur, men stereotypisku persónarnir og skemtiligu lýsingarnar av gerandisdagsóhappum og avbjóðingum, eru avbera stuttligar at lesa.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Fyri meg er tað terapi at lesa Læars og Anni-Lenu. Tað er kærkomin skemtilig veruleikaflýggjan. Ein flýggjan til stereotypur, ið høvdu verið kolldømdar í dagsins sjálvhátíðarliga turrgelda kjaki um kyn, leiklutir og hvat man kann skemta við og ikki.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Eg leggi altíð bókina frá mær við einum smíli, tá eg havi lisið í henni. Mourits N. Mohr, ið tíverri doyði á ungum árum, man verða ein tann besti skemtirithøvundurin, vit hava átt..
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Tá vit nú skjótt fara at ganga aftur móti myrkari tíðum, so kundi eg hugsað mær at givið bókina til deildarleiðaran á mentanardeildini hjá Kvf. Okkum tørvar meiri útvarpsupplestur av slíkum slag sum Læars og AnniLena.
Høvundur: Mourits N. Mohr
Kápumynd: Oskar Hermansson
Bólkur: Søgur
Útgávuár: 1979 (Søgurnar um Læars og Anni-Lenu áður prentaðar í Følv 1943-45 og 1949-55)
Forlag: Fannir
Síður: 88