Ongi úrslit

Bókaprátið við Eiler Fagraklett

Eiler Fagraklett, marknaðarleiðari og aktivist

Jonhild Rasmussen
3 tímar síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Fagurbókmentir hava ofta tvær uppgávur. At víðka sjónarringin, so lesarin fær innlit í onnur lív, sum hann ella hon ongantíð hava livað. Eins væl og at endurspegla lívið hjá lesaranum, so viðkomandi kann kenna seg sæddan, virdan ella skiltan. Fyri okkum, ið eru samkynd, hevur seinna uppgávan ikki verið serliga væl røkta í føroyskum bókmentum. Samkynd hava verið lítið og einki viðgjørd í klassiskum føroyskum bókmentum. Í nýggjári tíð er evnið tó vorðið alsamt meira vanligt, men tá hevur evnið ofta verið lýst og viðgjørt sum ein fótnota ella sum nakað neiligt, ræðandi, skamfult og ofta við einum tragiskum enda. Eitt nú í verkum eftir Jóanes Nielsen, Petur Mohr Reinert, Harriet Poulsen Vágadal, Marjun Syderbø Kjelnæs og Rakel Helmsdal. Yrkingarsavnið Sólgarðurin eftir Beinir Bergsson ger alt annað enn. Tí vil eg fegin viðmæla hansara slóðbrótandi savni.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Sólgarðurin brýtur úr nýggjum og viðgerð m.a. kærleika og girnd millum tveir menn á ein natúrligan, skammleysan og ikki umberandi hátt. Tað er ikki vanligt at uppliva í føroyskum bókmentum og tað ger bókina serliga fyri meg - og uttan iva eisini onnur samkynd. Mítt lív er nú hálvrunnið, og tí er tað bæði ein frægd og ein uggi at síggja eitt yngri ættarlið av samkyndum koma út á ungum árum, og so listarliga og vakurt seta orð á tað at vera samkyndur í Føroyum sum Beinir ger við Sólgarðinum.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Yrkingarsavnið snýr seg ikki bara um kærleika og kropsligan intimitet, men eisini um sorg og sambandið millum menniskju og náttúruna. Yrkingarnar brúka nógv myndamál úr náttúruni – gras, mold, blómur og urtagarðar – fyri at lýsa bæði lív, erotikk og miss. Beinir blandar føroyska náttúru- og staðkenslu saman við modernaðari kvir poesi. Sólgarðurin lýsir væl, hvussu lív, deyði, kærleiki og erotikkur er ein natúrligur partur av at vera menniskja og kann trívast hvørt um annað í lívsins urtagarði. Savnið er ikki bara vakurt og sansaligt. Tað snýr seg eisini um miss, deyða, sakn og hvussu kærleiki heldur fram í minninum. Eg skilji væl, at Sólgarðurin varð tilnevnt til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?

So hevði eg givið bókina víðari til meg sjálvan sum 15 ára gamlan. Tí eg hevði ynskt, at eitt slíkt verk var tøkt hjá mær at lesa sum unglingur. Um eg hevði haft møguleikan at sæð meg sjálvan í einum slíkum meistaraliga væl skrivaðum verki, tá eg gekk í framhaldsdeild ella miðnám, hevði tað gjørt undurverk fyri mína sálarliga heilsu, mítt sjálvsvirði og mína framtíðar vónir um at vera samkyndur í Føroyum. Eg vóni veruliga, at komandi ættarlið finna fram til hetta verkið og soleiðis fáa møguleika at endurspegla seg í orðunum hjá Beini, og læra, at tað sum í løtuni kann tykist sum tann størsta forðanini í lívinum, kann gerast tí størsta styrki sum vaksin - um bara tú røkir tín Sólgarð nóg væl.

Høvundur: Beinir Bergsson

Forlag: FORLAGIÐ EKSIL

Bólkur: Yrkingasavn

Útgávuár: 2021

Síður: 68

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

18 tímar síðan

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

23 tímar síðan

Haaland sendi Norra í HM-fjórðingsfinaluna

5. juli kl. 23:49