Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg kann viðmæla seinastu føroysku bókina, eg havi lisið: Ullarljóð hjá Jóanesi Nielsen. Hetta er nýggjasta útgáva hansara við yrkingum og brotprosa á 85 blaðsíðum.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínm eygum?
Bókin er fyrst og fremst serlig og herlig, tí Jóanes Nielsen hevur skrivað hana. Hann hevur í eitt langt lív skrivað yrkingar, skaldsøgur, blaðgreinar og annað, soleiðis sum eingin annar kann skriva – sjálvt ikki vitlíki. Og Jóanes er framvegis púra egin. Avbjóðandi, hugvekjandi, provokerandi og undirhaldandi. Í hesari útgávu skrivar hann nógv um næstu familjuna – persónlig viðurskifti, eymar hendingar og øðrvísi upplivingar – og tú lesur forvitin og ivasamur, tí tú veitst ikki ordiliga, hvat er veruligt og ikki. Savnið letst kanska vera autofiktión, men er tað ikki fult og heilt, og tað er í grundini gott hugskot. Tí tað kann vera líkamikið, hvat passar og ikki. Sannur skaldskapur er størri enn sannleiki.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Eg fekk nógv gott burtur úr at lesa savnið, men tað var serliga eitt brot úr yrkingini »Mjólkakyrtlanna oyðimørk«, sum veruliga situr eftir. Jóanes skrivar, at »Vit eru av tí ættarliði / ið tignarlækkaðu hjartað til eina pumpu / rationalistar tøldir av vísindum...«. Og tað kenna mong aftur, sum alt nú á døgum skal teljast og mátast og vigast og granskast. Og tí er hetta brotið bjartskygd áminning: »millum rivjabeinsrimar kveikjast ljós / hjartað / rúmdarinnar eiggiligasta trumma / dukar tindrandi stjørnur fram í vónrík eygu.« Hjartað er nógv meira enn ein pumpa, og vit skulu hava tað, sum hjartað er og stendur fyri, við okkum.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?
So hevði eg latið vinmanninum Fróða Løkságarð bókina, men hann hevur vist lisið hana eisini.
Høvundur: Jóanes Nielsen
Bólkur: Yrkingasavn
Útgávuár: 2025
Forlag: MENTUNARGR.STUDENTAFELAGSINS
Síður: 86