Ongi úrslit

Trýst endiliga ikki á leinkið!

© Dreamstime
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Løgreglan ávarar enn einaferð móti sms-boðum og telduposti um pakkar sum fólk ikki hava bestilt.

Sambært vaktleiðaranum hevur løgreglan seinastu dagarnar fingið fleiri fráboðanir um sms-boð, har fólk verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa upplýsingar um ein pakka, sum eftir øllum at døma liggur og bíðar.

Løgreglan heitir staðiliga á fólk um ikki at trýsta á slík leinki. Verða boðini tikin fyri fult, kunnu gerningsmenn fáa atgongd til persónligar upplýsingar, og í ringasta føri kann tað føra til stórt fíggjarligt tap.

Í gjár fekk løgreglan minst tríggjar fráboðanir um slík svik. Ein fráboðan var umvegis teldupost, meðan tvær komu við sms-boðum. Tey vóru send frá útlendskum telefonnumrum.

– So latið for Guðs skyld vera við at trýsta á leinkið, er greiða áheitanin frá løgregluni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

21 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32