1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Tað er mangar góðar føroyskar bøkur. Summir rithøvundar havi eg verið hugtikin av síðani eg var heilt ung, men ein ið eg veruliga havi fingið eyguni upp fyri, er Sólrun Michelsen, við hennara trilogi: Ein táttur er silvur, ein annar er gull og fáur fær tráin heilt slættan. Eg viðmæli bókaverkið, tí gtað fyllir eitt tómrúm í førousku bókmentasøguni, søgan um føroysku kvinnuna.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Tað heilt serliga við hesum bókaverki er, at tað lýsir føroysku søguna í 19. og 20. øld frá einum kvinnuligum sjónarhorni. Hettar er heilt einfalt søgan hjá føroysku kvinnuni og øllum tí henni er fyri. Veruleikin verður ikki ballaður inn ella tagdur burtur, men hóast harðu og beisku lagnurnar, so er bókaverkið lætt, livandi og vónríkt. Tað er ógjørligt at leggja bøkurnar frá sær aftur. Persónslýsingarnar eru sera góðar, og bókaverkið fekk meg at hugsa um “Karitas”, hjá íslendsku Kristin Marja Baldursdóttir.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Longu ímeðan eg las søguna so hugsaði eg, at hettar er søgan, ið vit hava manglað. Hevði tað ligið fyri hjá mær at skrivað skaldsøgur, so hevði eg ynskt at verið tann, ið festið hettar bókaverkið á blað. Eitt satt meistaraverk.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Eg ynski at míni børn fara at lesa bøkurnar.
Høvundur: Sólrun Michelsen
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2019
Forlag: Sprotin
Síður: 304
Høvundur: Sólrun Michelsen
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2020
Forlag: Sprotin
Síður: 236
Høvundur: Sólrun Michelsen
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2021
Forlag: Sprotin
Síður: 254