Ongi úrslit

Bókaprátið við Gunvør Balle

Gunvør Balle, Fakligur leiðari - Í sambandi við Les føroyskt-vikuna leggja vit ummælini av føroyskum bókum út, sum hava verið prentað í Dimmalætting í ár.

Jonhild Rasmussen
2 tímar síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg vil viðmæla skaldsøguna ‘Marta Marta’ hjá Marjun Syderbø Kjelnæs. Fyrst og fremst tí at hon viðger eitt sera eymt og torført evni, sum eg haldi er neyðugt at vit verða konfronterað við. Eg havi stóra virðing fyri rithøvundanum at hava dirvið at skriva hesa týdningarmiklu bók. Tað er sjáldsamt at føroyskar bøkur taka útgangsstøðið í altjóða politikki, í hesum føri har ljós verður varpað á Ísrael/ Palestina stríðið úr einum føroyskum sjónarhorni. Hetta er sera viðkvæmt mál at røra við, ikki minst í Føroyum, tí kenslurnar fyri og ímóti eru so sterkar. Bókin lýsir hetta stríð frá einum vanligum føroyskum eg-forteljara, ið hevur búð í Ísrael í nakrar mánaðir sum ung og sum nú sum tilkomin er full í mótstríðandi kenslum og iva um tað landið og fólkið hon var so hugtikin av sum ung. Bókin leggur upp til at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum – at vit tora at leggja ivan á blik, tí ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja. Onki er svart-hvítt.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Eg haldi bókin segði mær serliga nógv, tí eg kendi meg sera væl aftur í søguni. Eg var sjálv í kibbutz sum 19 ára gomul – júst sum Marta, eg persónurin – og tann upplivingin setti djúp spor í meg. Tú kann ikki annað enn gerast hugtikin og drigin við inn i kibbutz lívið og søguna um jødarnar og hvussu staturin Ísrael varð til. Alt hetta er ótrúliga fasinerandi – ikki minst hjá einum ungum menniskja. Serliga tá tú býrt og livir millum jødar í eini kibbutz. Eg gloymi aldrin at vit ótu felags døgurða í matarsalinum saman við yvirlivandi frá týningar-legum, ið høvdu tøl tatoverað á armin. Slíkar upplivingar merkja teg fyri lívið.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Júst sum Marta eri eg blivin nógv ár eldri og alt tað ið er hent og hendir í ísrael, serliga soleiðis sum palestinensar verða viðfarnir, kríggið í Gaza o.a. hava gjørt mína ungu einføldu mynd og hugburð til Ísrael nógv meir kompleksa og kritiska.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?

Eg havi givið vinkonuni bókina, tí vit vóru báðar í kibbutz saman og hava upplivað at fara ígjøgnum sama kensluregistar frá ungum árum í kibbutzini til tað meir desillusioneraðu kenslurnar, vit hava í dag.

Høvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs

Bólkur: Skaldsøga

Útgávuár: 2024

Forlag: Ungu Føroyar

Síður: 214

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

4 tímar síðan

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35