Luttakaratalið á bønarløtuni við Oyggjarvegin í Havn mánadagin var tríggjar ferðir so stórt sum í fjør.
Jenis av Rana fegnast um vaksandi undirtøkuna og lýsir tiltakið sum eina sterka uppliving.
– Vit fingu eina vakra, sterka og hjartanemandi bønarløtu við Oyggjarvegin í dag, skrivar hann á Facebook.
Jenis av Rana leggur aftrat, at tað var bæði gleðiligt og styrkjandi, at luttakaratalið var trífaldað. Hann fegnaðist eisini um stóra hugin at biðja.
Bóðu fyri Føroyum
Í umleið ein tíma vóru luttakararnir saman til lovsong og bøn um Guds signing yvir Føroyar, fólkið og ólavsøkuna.
Bønarløtan varð hildin beint yvir av Brandstøðini við útsýni yvir høvuðsstaðin. Eftir tiltakið varð farið í Café Ørkina í Vágsbotni til kaffi, prát og samveru.
– Góða løtan helt fram í Café Ørkini aftaná, skrivar Jenis av Rana.