Mikudagin 19. august flytur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivstovuna av Vaglinum í Havn til Kirkjubøar. Endamálið er at kunna seg um viðurskiftini í bygdini og geva fólki høvi at hitta borgarstjóran.
Borgarstjórin tekur ímóti fólki
Dagurin byrjar klokkan 12.30, tá borgarstjórin, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og kunna seg um ymisk viðurskifti.
Frá klokkan 14 til 17 verður Elsa Berg at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin á gátt.
Fleiri bygdir standa fyri tørni
Fyrr í ár hevur borgarstjórin havt skrivstovu í Hesti og á Velbastað. Har hava hon, umsitingin og staðbundnu nevndirnar umrøtt mál, sum hava týdning fyri bygdirnar. Ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.
– Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg.