Ongi úrslit

Børnini í skúlanum við Løgmannabreyt settu met

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Aftur í ár eru 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á floti við Westward Ho. Tað eru teir hvørt ár í tíðarskeiðnum 14. august til 2. september. Flokkarnir kappast um, hvør teirra fær mest.

Tórshavnar býráð sigur, at hósmorgunin fóru spent og hugagóð børn í sætta flokki í skúlanum við Løgmannabreyt við Westward Ho, og tey settu met, tí tey fingu 176 fiskar. Higartil hevur metið verið 124 fiskar.

Síðan 2009 hevur tað verið fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir á fjørðin við Westward Ho. Á túrinum læra næmingarnir um sjógv og fiskiskap.

Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við á túrin, og hesum møguleikanum høvdu mong eisini tikið av hósdagin. 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

Í gjár kl. 23:20

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

8 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18