Ongi úrslit

Bót fyri dronuflúgving

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Fýra útlendsk ferðafólk fingu í gjár bót frá løgregluni, eftir at tey vóru sædd flúgva við dronum í Klaksvík.

Orsøkin til bótina er tann, at føroyska lóggávan bannar dronuflúgving innan fyri tveir kilometrar frá tyrlupallum. Dronurnar hjá teimum fýra vóru á flogi innan fyri hetta økið, og tí var talan um eitt lógarbrot.

Sambært teimum sjálvum vistu tey ikki, at serligar reglur galda fyri dronuflúgving í økinum.

Øll fýra hoyrdu til sama ferðalagi og vóru steðgað samstundis.

Løgreglan valdi ikki at leggja hald á dronurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

21 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32