Føroyar hava goldið 275 milliónir krónur meira fyri innflutt brennievni og aðrar oljur seinastu 12 mánaðirnar, hóast innflutta nøgdin er minkað við nærum 38.000 tonsum.
Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya fyri tíðarskeiðið frá oktober 2025 til september 2026.
Innflutningsvirðið á brennievni og øðrum oljum er hækkað úr 1,53 milliardum krónum í 1,80 milliardir krónur. Tað svarar til ein vøkstur upp á 18 prosent.
Samlaði innflutningurin vaksin 1,36 milliardir krónur
Nýggju tølini vísa eisini, at samlaði vøruinnflutningurin er vaksin úr 10,97 milliardum krónum í 12,33 milliardir krónur.
Tað er ein vøkstur upp á 1,36 milliardir krónur, ella 12,4 prosent.
Størsti vøksturin í krónum er í innflutninginum av maskinum, motorum, skipum og akførum. Har er virðið hækkað 528 milliónir krónur.
Innflutningurin av djóra- og plantuoljum er samstundis vaksin 256 milliónir krónur, ella 70 prosent. Vøksturin stavar frá rapsolju og livralýsi.
Meira innflutt úr Evropa
Innflutningurin úr evropeiskum londum uttan fyri ES er vaksin nærum 625 milliónir krónur.
Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá fiskaoljum, oljuúrdráttum og maskinum til fiskivinnuna.
Innflutningsvirðið á hesum vørum er hækkað ávikavist 170, 154 og 144 milliónir krónur.
Samstundis er innflutningsvirðið á netum og trolum minkað.