Bretland ætlar at banna fyritøkum sum veita sosialar miðlar at veita børnum undir 16 ár tænastur. Sambært bretsku stjórnini skulu reglurnar leggjast fyri tjóðartingið fyri jól, og kunnu koma í gildi á várið 2027.
Bannið fer millum annað at fevna um Snapchat, TikTok, YouTube, Instagram, Facebook og X. Boðtænastur sum WhatsApp og Signal verða eftir ætlan ikki fevndar av banninum.
Herðir reglurnar munandi
Børn undir 16 ár skulu heldur ikki sleppa at stroyma beinleiðis ella samskifta við fremmand fólk á ávísum netpallum og spælitænastum.
Bretska stjórnin umhugsar eisini náttarligar avmarkingar og steðgir í endaleysari skrolling hjá ungum undir 18 ár.
Stór undirtøka millum foreldur
Fleiri enn 116.000 foreldur, børn og serfrøðingar svaraðu herfyri einari landsumfatandi hoyring. Kanningin vísti, at níggju av tíggju foreldrum stuðla einum banni fyri børn undir 16 ár.
Tveir triðingar av teimum ungu halda eisini, at børn undir 16 ár ikki eiga at sleppa at brúka ávísar sosialar miðlar.
Keir Starmer, forsætisráðharri, sigur, at stjórnin setur trygdina og trivnaðin hjá børnum fram um áhugamálini hjá tøknifyritøkunum.