Bretsku herdeildirnar kunnu noyðast at minka um venjingar, hernaðarvirksemi og aðrar uppgávur, um verjujáttanin ikki verður hækkað. Soleiðis ljóðar ávaringin frá bretska herovastanum, Sir Richard Knighton, skrivar BBC.
Sambært honum er ov lítil peningur settur av til dagliga raksturin í seinastu verjuætlanini hjá stjórnini. Ávaringin kemur fáar dagar eftir, at John Healey úr bretska Javnaðarflokkinum legði frá sær sum verjumálaráðharri í mótmæli móti vantandi fígging av bretsku verjuni.
Tilbúgvingin kann versna
Sir Richard Knighton segði við eina nevnd í bretska Yvirhúsinum, at vantandi fígging til rakstur, venjingar og aðrar hernaðarligar uppgávur elvir til stúran.
– Vit noyðast at minka um virksemið, venjingarnar og hernaðarligu uppgávurnar, um játtanin ikki verður hækkað, segði hann.
Hann vísti á, at hetta virksemið er avgerandi fyri, at bretska verjan kann vera so væl fyrireikað sum gjørligt við teirri útgerð, ið er tøk.
Ráðharri fór frá í mótmæli
Fyrrverandi verjumálaráðharrin John Healey segði, at verjuætlanin fór at skerja tilbúgvingina og økja um vandan fyri tey, ið útinna hernaðarligar uppgávur.
Hann vil hava Bretland at brúka trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju innan 2030.
Bretska stjórnin ætlar at hækka verjuútreiðslurnar úr 2,3 prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni upp í 2,6 prosent og síðan upp í 3,5 prosent innan 2035.
Nýggi verjumálaráðharrin, Dan Jarvis, endurskoðar nú ætlanina. Enn bendir einki á, at størri játtan verður veitt.