Stutt eftir midnátt vóru boð eftir løgregluni, tí tveir menn vóru heldur ólátaðir uttanfyri eitt skeinkistað í Havn.
Teir báðir endaðu við at fáa hvør sína bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Annars var tað stakfriðarligt hjá løgregluni hettar seinasta samdøgrið.