Ongi úrslit

Broyta aftur ferðaætlanina á jóansøku - fer á Vág eftir kappróðrarfólki

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í fyrradagin boðaði Strandferðslan frá, at tað var metstórur áhugi hjá fólki norðanfjørðs fyri at sleppa suður til Vágs á jóansøku.

Tí varð túratalið økt leygardagin - men tað hava verið harðar atfinningar ímóti, at leygarkvøldið, skuldi Smyril sigla av Tvøroyri, heldur enn úr Vági.

Tað merkir, at allir kappróðrarbátar, og øll onnur, sum vilja av oynni aftur leygarkvøldið, skuldu flytast norður á Tvøroyri, heldur enn at Smyril sigldi av Vági, sum vanligt.

Hetta hevur Strandferðslan nú tikið til eftirtektar, og sostatt er ferðaætlanin broytt enn einaferð.

Sostatt siglur Smyril suður av Havnini til Vágs klokkan 8.45, men so fer hann norður á Krambatanga at liggja til klokkan 15.15, tá ið hann aftur fer til Havnar.

Men klokkan 17.45 siglur hann so aftur av Havnini suður til Vágs og klokkan 21.15 fer hann so aftur av Vági til Havnar.

Men fyri at manningin á Smyrli skal kunna halda krøvini um hvíld, skuldi fyrsti túrur av Krambatanga mánamorgunin klokkan seks, avlýstur.

Men nú sigur Strandferðslan, at Teistin siglur av Krambatanga klokkan seks mánamorgunin.  

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41